Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Leygardagin sigur FM1 beinleiðis frá AB-FC Suðuroy klokkan 16 og B36-KÍ klokkan 18

FM1 sigur beinleiðis frá tveimum dystum í kappingini um Løgmanssteypið leygardagin. Klokkan 16 sigur Trygvi Absalonsen frá dystinum millum AB og FC Suðuroy inni í Vika á Argjum. John Tordar Poulsen verður viðmerkjari. Klokkan 18 sigur Petur Jákup Heinesen beinleiðis frá dystinum millum B36 og KÍ á ovara vølli í Gundadali í Havn. Øll kunnu hoyra FM1 á www.midlar.fo