Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Samrøða við formannin í SEV: Avlopið skuldi verið størri

Avlopið í fjør skuldi verið størri, men bæði rakstur og gongd síggja gott út í ár, heldur Kári Johansen, nevndarformaður í SEV

Hoyr samrøðuna, ið Árni Gregersen hevði við Kára Johansen, nevndarformanni í SEV, í tíðindunum á FM1 á middegi

Yvirskotið hjá SEV skuldi havt verið meira enn tær 16 milliónir krónurnar, ið felagið hevði í yvirskotið í fjør, men bæði gongd og rakstur síggja gott út fyri árið 2023.

Tað segði formaðurin í nevndini fyri SEV, Kári Johansen, í FM1 tíðindunum á døgurða.

SEV hevur fyrrapartin í dag havt aðalfund á Hotel Føroyum, har millum annað rokniskapurin varð lagdur fram, sum vísti eitt avlop á 16 milliónir krónur.

Kári Johansen vísir á, at yvirskotið skuldi ivaleyst havt verið hægri enn 16 milliónir krónur, og av somu orsøk varð eisini avgerð tikin um at hækka prísin á streymi á nýggjárinum.

Kári Johansen ger kortini greitt, at prísurin fer ivaleyst ikki at hækka aftur í ár, men at prísurin verður tikin upp aftur til eftirmetingar á nýggjárinum.

Hoyr samrøðuna, íð Árni Gregersen hevði Karl Johansen í FM1 tíðindunum, við at trýsta á pílin ovast í greinini.