Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Skúlaaftran: Skiftið frá níggjunda til miðnám ov stórt

Lopið hjá næmingum, ið hava skúlaaftran og sum hava tillagaða tímatalvu, kann vera ov stórt frá fólkaskúlanum til miðnám. Tað heldur varaleiðarin á førleikastovuni í Runavíkar kommunuskúla

– Tað er spell, at einki tilboð eru til teirra eftir 9. flokk. Skúlin roynir alt hann kann fyri at skipa ymisk tilboð, soleiðis at næmingurin kemur út og í skúla, og tí er tað spell, at nógv teirra einki hava at fara til eftir 9. flokk.

Hetta sigur varaleiðarin á førleikastovuni í Runavíkar kommunuskúla, Anja Pálsdóttir, við Skúlablaðið. Hon heldur, at tað manglar eitt tilboð til teirra við skúlaaftran, sum eru eldri enn 9. flokkur, men ikki búgvin at fara í miðnám.

Anja metir, at tað er stórur vandi fyri, at næmingar við skúlaaftran leggjast heima hjá foreldrinum, tí ongin skipan er at lofta teimum. Onkur megnar at fara í vanligan 10. flokk, men øll gera ikki, og hjá nógvum teirra er óhugsandi at fara beint í miðnám ella til arbeiðis.

– Í Runavíkar kommunuskúla hava vit havt næmingar, sum eru eldri enn fólkaskúlaaldur, men sum ikki hava fingið endaligt fólkaskúlaprógv. Hesum hava vit hjálpt, soleiðis at tey koma víðari, sigur hon.

Anja Pálsdóttir vísir á, at onkur næmingur er partur av onkrum tilboði í Almannaverkinum. Hon heldur, at tilboð kundi verið skipað til teirra í 10. flokki við skúlaaftran, sum leggur upp til meira undirvísing úti, soleiðis at næmingarnir venja seg við at koma meiri út.

– Summir av næmingunum við skúlaaftran hava stórar trupulleikar bara at koma út. Onkur teirra hevur ilt við til dømis at fara til handils. Tí eigur serstakt skúlatilboð at vera til teirra, sum hevur til endamáls at gera tey klár at fara víðari, sigur Anja Pálsdóttir við Skúlablaðið.

Les eisini...  Kærleikskúlan 2023 avdúkað

Kelda: Skúlablaðið