Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Talið á fráboðanum siðamisbrotum meira enn tvífaldað

Meðan talið á fráboðaðum revsimálum yvirhøvur er lægri, enn tað var fyrr, er talið á fráboðanum um siðamisbrot meira enn tvífaldað seinastu fimm árini

Stór minking hevur verið í talinum á revsilógarmálum frá 2007 og fram til 2020. Seinastu tvey árini hevur kortini verið ein øking aftur, og tað er serliga fráboðanir um siðamisbrot, sum hevur sæð eina stóra øking seinastu árini.

Tað vísir ein uppgerð, sum Hagstovan hevur gjørt um fráboðaðum revsilógarmálum.

Í 2007 vóru 1097 fráboðanir um brot á revsilógina, men hetta talið var síðani í støðugari minking fram til 2918, tá einans 468 fráboðanir vóru. Síðani er talið kvinkað upp eftir, og frá 2021 til 2022 vaks talið úr 538 upp í 634.

Bæði mál um herverk, innbrot og stuludr hava verið í heilt stórari minking, men tað sama kann ikki sigast um fráboðanir um siðamisbrot.

Talið á fráboðanum um siðamisbrot lá rættiliga støðugt frá 2005 og fram til 2018, har talið av fráboðanum var umleið 24 um árið – í 2011 er kortini eingin fráboðan skrásett.

Men í 2018 ger talið eitt lop uppeftir – upp á 53. Árið eftir er nakað frægari, tá eru “bert” 33 fráboðanir um siðamisbrot, men síðani hevur talið verið støðugt vaksandi, og í fjør vóru 113 fráboðanir um siðamisbrot.
Fyrningarfreistin varð í 2017 broytt soleiðis, at frameftir byrjaði fyrningarfreistin ikki at telja, fyrr enn órættaði var vorðin 21 ára gamal. Frammanundan byrjaði fyrningarfreistin at telja, tá órættaði var vorðin 18.
Broytingin í lóggávuni hevði kortini ikki afturvirkandi kraft, og tí er ivasamt, um júst hetta er orsøk til bráða vøksturin í fráboðanum.