Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Trý fólk gingu seg føst í fjøllunum

Alt spældi væl av, tá trý fólk gingu seg føst í fjøllunum vesturi á Víkum í Vágum í gjár

Í gjárkvøldið vóru trý fólk, ið gingu seg føst í fjøllunum vesturi á Víkum í Vágum.

Vakthavandi á løgreglustøðini sigur, at talan var um staðkend fólk, ið vóru von at ganga í haganum, men onkursvegna gingu tey seg føst og sóu seg ikki før fyri at koma oman á slætt aftur sjálvi.

Boð vórðu tí send eftir løgregluni, sum sendi fjallabjargarar eftir teimum.

Tað var eftir øllum at døma ikki mjørkin, ið var orsøkin til, at tey trý gingu seg føst, heldur vakthavandi, men heldur at tey av óvart høvdu gingið seg hagar, sum tey ikki dittaðu sær at fara oman aftur frá.

Tað tók ikki leingi at fáa tey trý oman aftur í øllum góðum, sigur vakthavandi.