Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Týski verjumálaráðharrin: Tað er í lagið um Ukraina fremur álop á Russland

Í týskari sjónvarpssending í gjárkvøldið segði týski verjumálaráðharrin, Boris Pistorius, at tað er í lagið, um Ukraina fremur nøkur álop á russiskari jørð

– Tíðin er ikki búgvin, at Ukraina gerst limur í Nato, men tað er í lagið, um Ukraina fremur álop á russiskari jørð.

Orðini eigur týski verjumálaráðharrin, Boris Pistorius, sum í gjárkvøldið var við í politiskari kjaksending á týsku sjónvarpsrásini ZDF.

Við at fremja nøkur álop á russiskari jørð, so kann tað vera ein máti at forða russum at fáa vápn og annað fram til russisku herliðini í Ukraina, sambært týska verjumálaráðharranum.

– Í tílíkum kríggi er tað púra vanligt, at tann parturin, ið verður álopin, fremur álop í landaøkinum hjá fíggindanum, soleiðis at veitingarkervið verður kvett av, segði hann í politisku kjaksendingini.

Men hann sló fast, at so longi eingir býir, bústaðarøki ella vanligir borgarar verða álopin, so er tað í ordan, um Ukraina ger taktisk álop í Russlandi.

Seinastu tíðina hevur verið eldur í fleiri russiskum verksmiðjum, sum eru partar av russiska vápnaídnaðinum.

Greiningarfyritøkan Molfar sigur, at talið av stórum eldum í Russlandi er økt nógv seinasta árið. Í mars í ár eru 75 stórir eldar skrásettir í Russlandi, meðan talið var 21 eldar í mars í 2022.