Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

West Ham og Fiorentina eru víðari í Conference League

Favorittarnir West Ham United og Fiorentina eru víðari til hálvfinalurnar í Europa Conference League. Enska felagið West Ham spældi í kvøld ímóti Gent úr Belgia. Ein hvøkkur leyp á heimaliðið úr London, tá ið Gent legði seg á odda við málið frá Hugo Cuypers. Michail Antonio javnaði stutt fyri hálvleikin. Í seinna hálvleiki fekk heimaliðið yvirtakið, og við einum brotsparki kundi Lucas Paquetta leggja West Ham framm um 2-1. Declan Rice og Michail Antonio skoraðu hini bæði málini til 4-1. West Ham eru tí trygt víðari 4-2.

Lech Poznan var við at skapa eina stóra sensatión ímóti Fiorentina, tá ið Artur Sobiech legði Lech Poznan frammum 3-0 á útivølli í seinna hálvleiki. Riccardo Sottil og Gaetano Castrovilli sløktu dreymin hjá polska liðinum og Fiorentina eru samanlagt víðari 6-4.

Kanska tað óvantaða úrslitið hettar umfarið var í Nice, tá ið franska liðið tóku ímói Basel. Tað sveitiska liðið vann í forlongdari spælitíð 2-1, við málum frá Jean Kevin-Augustin og Kasim Nuhu. Tað merki at FC Basel eru samanlagt víðari 4-3.

Í fjórða dystinum vann AZ Alkmaar 2-0 á heimavølli ímóti Anderlecht. Hettar úrslitið merkti at tað samanlagt var javnleikur 2-2. Dysturin bleiv spældur 120 minuttir og fór víðari til brotsparkskapping. Fyrrverandi Tottenham spælarin Jan Vertonghen og Killian Sardella brendu hvør sítt brotspark, ímeðan AZ Alkmaar skoraði øll síni fýra brotspark og eru tí víðari til hálvfinaluna.

Í hálvfinaluni møtast hesi liðini:

Fiorentina – FC Basel

West Ham – AZ Alkmaar

Fyrsti dystur í hálvfinaluni verða spældir 11. mai, klokkan 20. Finalistarnir verða funnir 18. mai