Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Løgmanssteypið: AB-FC Suðuroy 1-0 (0-0) – Hoyr sigursmálið AB skoraði í yvirtíðini, og hoyr samrøður við: Trónd á Høvdanum hjá AB og Pætur Augustinussen hjá FC Suðuroy

Sensasjónin hekk í luftini til AB fekk eitt brotsspark í tíðini dómarin hevði lagt aftrat. Hoyr frásøgumannin, Trygva Absalonsen og viðmerkjaran, John Tordar Poulsen siga frá sigursmálinum Brian Jakobsen skoraði upp á brotsspark, og hoyr John Tordar taka samanum dystin, ið var eitt gott avrik hjá FC Suðuroy og eitt slakt avrik hjá AB, ið er tvær deildir omanfyri FC Suðuroy. Hoyr samrøðurnar Trygva gjørdi við liðskiparan hjá AB, Tróndur á Høvdanum og liðskiparan hjá FC Suðuroy, Pætur Augustinussen.