Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Løgmanssteypið: B36-KÍ 2-0 (0-0) – Hoyr málini, samrøðu við Andrass Johansen hjá B36 og samanumtøku

Hoyr frásøgumannin, Petur Jákup Heinesen og viðmerkjaran, Trygva Absalonsen siga frá báðum málunum B36 skoraði móti KÍ í fyrsta umfarinum í kappingini um Løgmanssteypið. Hoyr samrøðuna Petur Jákup gjørdi við fyrra málsskjúttan hjá B36, Andrass Johansen, og hoyr Trygva taka samanum dystin.