Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Manchester City er í F.A Cup finaluni

Manchester City vunnu seg í finaluna ímóti Sheffield United, endastøðan bleiv 3-0.

Riyad Mahrez var í hopla, tá ið hann við sínum hattrikki tryggjaði Manchester City eitt finalupláss á Wembley tann 3. juni.

Manchester City hevur lyft F.A Cup steypið seks ferðir, seinast í 2019 ímóti Watford. Teir spæla antin ímóti Brighton ella grannarnar úr Manchester United.

Ímorgin verður hin hálvfinalan ímillum Brighton og Manchester United. Dysturin verður spældur á Wembley klokkan 16:30.