Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Sensasjónin lúrdi á Argjum

Ein sensasjón lúrdi á Argum, tá ið AB spældi ímóti 2. deildarliðnum FC Suðuroy. Avgerðin fall við 4 minuttir í yvirtíðini, tá ið Brian Jakobsen við einum brotsparki sendi argjamennirnar víðari til fjórðingsfinaluna. Seinasta kappingarár blivu AB sendir út av HB í fjórðingsfinaluni.

Við Stórá á Tvøroyri var dramatikkur við 2 reyðum og 8 gulum kortum. Í fyrra hálvleiki bleiv TB’arin Chris Jaztrzembski sendur av vøllinum og í seinni hálvleiki bleiv Jens Erik Bruhn eisini vístur út. Hettar merkti at Tvøramenn skuldu spæla við 9 ímóti 11 monnum, tá ið 25 minuttir vóru eftir av dystinum. Gilli Sørensen byrjaði á beinkinum í dag, men kom á vøllin, tá ið 35 minuttir vóru spældir. Avgerðin fall í 78’inda minutti, tá ið Jørgen Nielsen sendi B68 víðari.

Talan var um ein spennandi dyst við Fløtugerði í Fuglafirði, tá ið Uros Stojanov vitjaði sítt gamla felag. Tað var eisini júst tann sami maðurin ið skoraði fyrsta málið í dystin til 0-1. 07 Vestur setti punktum í dystinum, tá ið Jón í Horni Nielsen skoraði 3 minuttir í yvirtíðini til endastøðuna 0-2.

Hoyr frásøgumannin, Trygva Absalonsen og viðmerkjaran, John Tordar Poulsen siga frá sigursmálinum. Eisini eru samrøður gjørdar við liðskiparan hjá AB, Tróndur á Høvdanum og liðskiparan hjá FC Suðuroy, Pætur Augustinussen

Stóruppgerð er í Gundadali, tá ið teir hvítu úr B36 spæla ímóti KÍ. Teir spæla í løtuni og hálvleiksstøðan stendur á jøvnum 0-0.