Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Spenningur í botninum av Premier League

Everton tapti týðandi stig ímóti Crystal Palace og er nú í niðurflytingarvanda. Tað hendi tá ið dysturin bleiv spældur á Selhurst Park og endaði 0-0. Heimaliðið Crystal Palace hevði annars bóltin í netinum, men var kolldømt av VAR.

Hitt botnliðið Leicester tók ímóti Wolves á King Power Stadium og vunnu ein sera týðandi sigur. Í 75’inda minutti skoraði belgiarin Timothy Castagne avgerðandi málið til endastøðuna 2-1. Hettar merkir at Leicester hálar seg beint yvir niðurflytingarstrikuni við 28 stig saman við Everton, men við betri málúrtøku.

Leeds United ið liggur nr. 16 við 29 stigum, tapti sín dyst ímóti Fulham. Støðan bleiv 2-1 til Fulham á Craven Cottage, við málum frá Harry Wilson og Andreas Perreira. Málið hjá Leeds var eitt sjálvmál av Joao Palhinha.

Støðan í Premier League kann síggast her: https://www.premierleague.com/tables