Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Dreymurin um Champions League nærkast

Eftir 21 minuttum var støðan longu 5-0 til heimaliðið Newcastle ímóti Tottenham. Vit skulu leita í søgubøkurnar fyri at finna skjótastu 5-0 leiðslu í Premier League, tað hendi í dystinum millum Manchester City og Watford tann 21 september 2019, tá City skoraðu 5 mál eftir 18 minuttum.

Dysturin endaði 6-1 til heimaliðið á St. James’ Park og dreymurin hjá Newcastle um at fáa pláss Champions League luttøku næsta kappingarár nærkast.

Tað eru 20 ár síðani at felagið úr Tyneside vóru seinast í Champions League, tað var undir leiðslu av Newcastle legendanum Bobby Robson.

Newcastle have 7 dystir eftir, sum eru hesir:

Everton (úti)

Southampton (heima)

Arsenal (heima)

Leeds (úti)

Brighton (heima)

Leicester (heima)

Chelsea (úti)

 

Tottenham hava nú tapt tveir dystir á rað og eru nú 6 stig frá top 4. Næstu dystirnir hjá Tottenham eru hesir:

Manchester United (heima)

Liverpool (úti)

Crystal Palace (heima)

Aston Villa (úti)

Brentford (heima)

Leeds (úti)

Ein annar dystur var í dag, tá ið Bournemouth tapti 4-0 á West Ham í Vitality Stadium.