Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Man Utd er í finaluni eftir brotsspark

Victor Lindelöf bleiv tann stóra hetjan, tá ið hann sendi teir reyðu úr Manchester í F.A Cup finaluna eftir brotsparkskapping ímóti Brighton.

Dysturin endaði 0-0 eftir forlongdari leiktíð og máttu tí út í brotsparkskapping. Brighton leikarin Solly March brendi tað sjeynda brotsparki, sum svenski Victor Lindelöf tók av og sendi teir reyðu í finaluna.

Manchester United hava vunnið F.A Cup 12 ferðir og verið í finaluni 20 ferðir.

Seinast felagið lyfti tað traditiónsríka steypið var í 2016, tá var mótstøðan Crystal Palace, sum teir reyðu vunnu 2-1.

Manchester United var seinast í finaluni í 2018, tá ið teir taptu 1-0 fyri Chelsea.

Tann 3. juni verður finalan á Wembey, har tað er lagt upp til grannauppgerð millum Manchester City og Manchester United. Hettar er fyrstu ferð at grannarnir møtast í einari stórari finalu.