Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Bergur Jensen nýggjur formaður í Handilsvinnufelagnum

Nýggjur formaður er í Handilsvinnufelagnum, samstundis sum at útskifting hevur verið í nevndini. Felagið hevur fingið tveir nýggjar nevndarlimir, og Bergur R. D. Jensen hevur tikið við sum formaður

Áki Vang Poulsen og Claus V. Christensen hava takkað fyri seg í nevndini hjá Handilsvinnufelagnum, og á ársaðalfundinum herfyri vórðu Bjarni Bogason og Hilmar Sam Lamhauge valdir í teirra stað.

Bjarni Bogason er sølu- og marknaðarleiðari hjá Føroya Bjór, meðan Hilmar Sam Lamhauge er retail leiðari hjá Effo.

Samstundis hevur formansskifti eisini verið í felagnum, tí nú nevndin hevur skipað seg, hevur Bergur R. D. Jensen tikið við sum formaður eftir Eyðvør Berg, sum nú er nevndarlimur.

Nevndin í Handilsvinnufelagnum hevur skipað seg soleiðis:

Bergur R. D. Jensen, formaður

Bjarni Bogason, næstformaður

Eyðvør Berg, nevndarlimur

Gunnar Mohr, nevndarlimur

Hilmar Sam Lamhauge, nevndarlimur