Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Bowlinghøllin á Hálsi hevur latið aftur

Tað verða ikki fleiri reyðar keylur hósdagar í Bowlinghøllini í Havn. Hósdagin lat Bowlinghøllin aftur, og eigarin sigur við FM1, at har letur ikki upp aftur við sær sum eigara

Seinastu kúlurnar eru sendar oman eftir bonaðu breytunum í Bowlinghøllini á Hálsi – í øllum førum fyribils.

Bjarni Kyster, sum er annar av eigarunum av Bowlinghøllini, sigur við FM1, at Bowlinghøllin lat aftur farna hósdag, og at hann koyrdi sjálvur felagið í likvidatión fríggjadagin.

Saman við Bjarna Kyster eigur Sámal Erik Hentze eisini ein part av Bowlinghøllini.

Bjarni Kyster vil ikki siga, hvør orsøkin er til at Bowlinghøllin hevur latið aftur, og hann vil ikki gera fleiri viðmerkingar til málið, annað enn at Bowlinghøllin hevur latið aftur, og at hann fer sjálvur ikki at lata upp aftur.

Tað hoyrist kortini, at onnur eru sinnað at taka yvir virksemið á Hálsi. FM1 hevur verið í sambandi við onkran teirra, men haðani verður sagt, at einki er avgjørt enn.

Seinasti rokniskapurin hjá Bowlinghøllini á Hálsi vísti negativan eginkapital á minus 1,3 milliónir krónur. Hetta er frá rokniskapinum í 2021.