Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

G7-londini fara at umrøða harðari revsitiltøk móti Russlandi

Tey sameindu hjá Ukraina umhugsa at víðka revsitiltøkini móti Russlandi. Talan er um fullkomið bann av útflutningi av vørum til Russlands

ES hevur longu víðkað pakkan av revsitiltøkum móti Russlandi, men nú er møguliga eitt fullkomið bann av útflutningi til Russlands í umbúna.

Higartil hava tað verið nøkur undantøk – millum annað føroyski útflutningurin av fiski – men nú ljóðar, sambært Berliner Zeitung, at G7-londini skulu umrøða víðkan av revsitiltøkum áðrenn G7-toppfundin í Hiroshima í Japan, ið verður hildin í døgunum frá 21.-23. mai.

Nýggja uppskotið snýr seg um, at tað nú skal setast fullkomið bann í verk móti útflutningsvørum til Russlands. Berliner Zeitung skrivar, at tað fevnir seg frá alt frá italskum kelduvatnið til svensk sjónvørp, sum inntil víðari ikki hava verið partur av revsitiltøkunum.

Ætlanin kann tó fara í vaskið, tí millum annað øll tey 27 ES-londini skulu siga ja til hesa ætlanina.

ES-lond útfluttu, hóast revsitiltøk, vørur til Russland fyri fleiri milliardir, og sambært Statista.dk, so útfluttu ES-londini í januar vørur til Russlands fyri 3,9 milliardir evrur. Í sama tíðarskeiðið hava ES-lond innflutt vørur úr Russlandi fyri níggju milliardir evrur.

Í nýggjari frágreiðing frá Euromonitor frá í februar í ár, koma greinarar hjá Euromonitor eisini fram til, at meginparturin av vørunum, sum fara til nøkur av fyrrverandi londunum í Sovjetsamveldinum (SNG-lond, jour.), enda í Russlandi.

Frá mars til november í 2022 minkaði samlaða virði av útflutninginum úr ES til Russlands við 47 prosentum, svarandi til eina minking upp á umleið 36 milliardir evrur. Men í sama tíðarskeiðið hækkaði útflutningurin av vørum úr ES-londum til Belarus, Armenia, Kasakstan, Georgia, Usbekistan og Kirgistan við umleið 20,3 milliardir evrum, svarandi til eina øking upp á 48 prosent. Tað er nærum tvífalt so nógv av vørum, sum eru umfataði revsitiltøkunum móti Russlandi, skrivar Euromonitor.

Les eisini...  Norskt innslag um KÍ-bragdið

G7-londini, ið møtast til toppfundin í Japan síðst í mai, eru: Frakland, Týskland, Italia, Japan, Bretland, USA og Kanada.