Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Løgreglan fær innandura skjótibana

Løgreglan í Føroyum hevur longi eftirlýst ein innandura skjótibana, og nú hava Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin á Fólkatingi borið so í bandi, at avtala er gjørd við donsku stjórnina, soleiðis at peningur verður játtaður til løgregluna

Longi hevur løgreglan í Føroyum eftirlýst eina innandura skjótibreyt, og nú er líkt til, at hon kemur.

Sambandsflokkurin hevur, í samstarvi við Javnaðarflokkin á Fólkatingi, játtað 5,8 milliónir krónur til ein innandura skjótibreyt til føroysku løgregluna.

– Eg fegnist um, at pengar verða settir av til løgregluna, soleiðis at hon vónandi fær betri arbeiðsumstøður við komandi skjótibreytini. Hetta hava føroysku fólkatingslimirnir arbeitt við leingi, sigur Sjúrður Skaale um fíggjarlógaavtaluna.

Innandura skjótibanin stendur væntandi klárur í 2024.

Harumframt hevur Sambandsflokkurin fingið játtað 15 milliónir krónur til havgransking.

– Okkara náttúru- og havumhvørvi er í stórari broyting orsakað av veðurlagsbroytingunum. Havið er tað, vit liva av í Føroyum. Tó vita vit ikki nóg væl, hvussu eitt nú veðurlagsbroytingarnar hava og framvegis fara at ávirka havstreymarnar og lívið í havinum kring Føroyar. Árini 2019-2023 vórðu 25,5 milliónir settar av eftir umbøn frá Edmundi Joensen, táverandi fólkatingsmanni, men tørvurin á veðurlagsgransking er enn ovurstórur, og tí fegnast Anna Falkenberg, at hetta arbeiðið heldur fram, skrivar hon í tíðindaskrivi.

Men tað hóvar ikki øllum, at føroyskar verkætlanir fáa stuðul úr donsku fíggjarætlanini. Á Facebook gevur Tórbjørn Jacobsen ilt av sær, nú danskir pengar eru játtaðir til verkætlanir í Føroyum.

– Niðurskurðurin í donsku ríkisveitingini hevur ikki ein livandi kjans í kapprenningini við nýggja blokkin hjá Sjúrði og Onnu. Eitt sindur paradoksalt kortini, at Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin atkvøða fyri at skera niður í donsku veitingini á Føroya løgtingi, og eftir tað brúka somu flokkar síni fólkatingsumboð sum ventilar í einari double-up av hesi somu veiting á Christiansborg. Sic transit gloria mundi, skrivar Tórbjørn á sínum Facebook-vanga.

Tilsamans hevur Sambandsflokkurin á Fólkatingi gjørt avtalur við donsku stjórnina fyri 47,5 mió. kr. sum eru býttar soleiðis:
– 10,2 mió. kr. til gransking í uttanríkis-, verju- og trygdarpolitiskum málum
– 15 mió. kr. gransking í havstreymunum kring Føroyar og í Norðuratlantshavi
– 5,8 mió. kr. til betri umstøður hjá løgregluni til skjótivenjingar
– 2 mió. kr. til umvælingar av sluppini Johannu TG 326
– 12 mió. kr til framhald av Sjómaq verkætlanini
– 2,5 mió. kr. til burturbeining av markaforðingum hjá føroyingum búsitandi í Danmark