Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Njósnaratrolarar verið í Føroyum fleiri enn 200 ferðir

Trolararnir Lira og Ester, sum eru undir illgruna fyri at njósnast, hava seinastu árini lagt at í føroyskum havnum fleiri enn 200 ferðir

Russisku trolararnir Lira og Ester, sum í grannalondum okkara eru undir illgruna fyri at fremja njósning, hava lagt at í føroyskum havnum yvir 200 ferðir hesi seinastu átta árini.

Tað veit DR at siga

Lira og Ester teljast saman við millum annað russiska trolaranum Melkart-5 millum teir trolararnar, ið bæði danskir og norskir myndugleikar hava undir illgruna fyri at fremja njósning.

Í dokumentarinum Skyggekrigen, sum er eitt samstarv millum NRK, DR, SVT, og YLE, verður víst á, at umborð á bæði Lira og Ester fann løgreglan í Norra illgrunasaman samskiftisútbúnað, ið kundi til hernaðarlig endamál.

Dokumentarurin staðfesti eisini, at Melkart-5 hevði siglt aftur og fram tvørtur um ein samskiftiskaðal til Svalbard, ið var slitin.

Bæði Melkart-5 og Lira hava seinastu dagarnir ligið í Havn, og hetta hevur eisini fingið øði í fleiri danskar politikkarar, ið vilja hava okkurt gjørt við málið umgangandi.

– Eg eri fullkomiliga líkaglaður við hasar fiskiveiðuavtalurnar, sigur Søren Pape Poulsen, leiðari hjá temum konservativu, við Dr.

Somuleiðis sigur leiðarin hjá teimum radikalu, Martin Lidegaard, at støðan er ikki haldbar, bæði tí at tað ber ikki til at lata russarar fremja njósning í donskum og føroyskum sjógvi, men eisini tí at Russland elvir til ósemju í ríkisfelagsskapinum, sigur hann.

Og danski miðilin veit nú eisini at siga, hvussu ofta hesir báðir trolararnir, Lira og Ester, hava lagt at í føroyskum havnum.

Frá 2015 til í fjør hava skipini bæði lagt at í Føroyum fleiri enn 200 ferðir, og hetta er meira enn skipini hava lagt at aðrastaðni. Í fjør legið Lira at í Føroyum 10 av 12 ferðum, meðan Ester legði at í Føroyum 13 av 16 ferðum.

Les eisini...  Lastbilur rullaði á bilin sum var komin lastbilinum til hjálpar

Bæði Søren Pape Poulsen og Martin Lidegaard halda, at okkurt skal gerast við støðuna umgangandi.

Aksel V. Johannesen, løgmaður, segði í tíðindunum á FM1 í farnu viku, at skal okkurt gerast við hesi skipini, ið liggja í Føroyum, verður hetta eitt mál fyri løgregluna.

Michael Boolsen, fúti, gjørdi hinvegin fyri Kringvarpinum greitt, at talan er um eitt mál fyri donsku fregnartænasturnar, PET og FE.