Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Petur Knudsen hevur skorað sítt fyrsta Superliga mál

Petur Knudsen var við frá byrjan, tá ið Lyngby var á vitjan í Odense ímóti OB.

Aftaná langa og drúgva skaðapausu, stemplaði fyrrverandi NSÍ’arin fyri alvor inn í 3F Superliga. Hettar var eisini fyrstu ferð Petur fekk kjansin við frá byrjan í Superliga hjá tí kongabláu úr Lyngby.

Tá ið 36 minuttir vóru spældir, fekk Petur Knudsen eitt innlegg frá Brian Hamalainen, sum hann stútaði í netið.

Petur fekk 59 minuttir og bleiv útskiftur við Mathias Kristiansen, tá var støðan 2-1 til Lyngby. Støðan gjørdist 2-2 í Odense.

Petur Knudsen hevur spælt 3 dystir hettar kappingarárið við 1 málið. Seinasta kappingarár spældi Petur 28 dystir og skoraði 8 mál.

Lyngby liggur í løtuni nr. 5 í niðurflytingarbólkinum við 21 stigum. AaB liggur niðast við 20 stigum, ímeðan AC Horsens liggur beint yvir niðurflytingarstrikuni við 26 stigum.

Næsta dystur hjá Lyngby er sunnudagin á útivølli ímóti AaB.