Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Seinasta rossið er nú flutt av Mykinesi

Fýra føroysk ross vórðu flutt úr Mykinesi í fjør summar, men eitt var eftir. Nú er eisini tað flutt av oynni

Av tí at hagin í Mykinesi skal hegnast var gjørt av, at øll tey fimm føroysku rossini, ið hava gingið harúti, skuldu av oynni.

Í fjør summar vórðu fýra av teimum flutt, meðan ein greðingur, Mergur, var eftir í Mykinesi, tí illa gekst at fáa grímu á hann.

Men í gjár, sunnudagin, varð hann so endiliga flogin inn við tyrluni, og er nú komin í góðar hendur á Búnaðarstovuni, skrivar felagið føroysk ross á heimasíðu sínari.

Víðari skrivar heimasíðan, at Mergur er undan Bestlu úr Tórshavn og Jalli úr Sandavági. Mergur er einasti greðingurin í føroyska rossastovninum, sum ikki er kannaður fyri tølt-íleguna enn. Bert nøkur heilt fá ross hava tølt-íleguna, har í millum Jallur, pápi Merg, og tí verður tað spennandi at kanna, um Mergur eisini hevur íleguna fyri tølt.

Orsøkin til, at føroysku rossini nú eru flutt av oynni er, at umstøðurnar broytast fyri rossini, nú hagin skal hegnast.

– Tá hagin verður hegnaður, ber tað illa til hjá rossunum at finna sær skjól og føði, og harumframt gera rossini stóran skaða á hegnið. Tí mugu tey flytast av oynni, segði Jóna Adeleide Ólavsdóttir, sum er forkvinna í felagnum fyri føroysku rossini, við undirritaða í apríl í fjør.

Kelda: Felagið føroysk ross