Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Seinkingar í Kastrup vegna manglandi starvsfólk

Naviair manglar starvsfólk í flogvøllinum í Kastrup, og tí kunnu væntast seinkingar og – í ringasta føri – eisini avlýsingar

Skalt tú heim til Føroya úr Keypmannahavn, ella skalt tú ferðast víðari úr Keypmannahavn í onnur lond við flogfari, so kanst tú vænta, at tað eru nakrar seinkingar. Í ringasta føri er eisini vandi fyri avlýsingum á fráferðum úr Kastrup.

Tað skrivar heimasíðan cph.dk.

Orsøkin er, at Naviair, sum hevur ábyrgdina fyri flogleiðsluni í Danmark, manglar starvsfólk.

– Sum útgangsstøði skalt tú møta upp á flogvøllinum sum vanligt. Via okkara heimasíðu cph.dk og á okkara app ber til at finna seinastu upplýsingar um tína fráferð, skrivar Copenhagen Airport (CPH) á sínum Facebook-vanga.

Longu í mars varð ávarað um, at flogferðslan í Kastrup kundi fara at uppliva seinkingar, tí tørvur er á fleiri starvsfólkum, og tað kann so upplivast nú.

Undir koronatíðini vórðu 46 av 300 flogleiðarum koyrd heim, og tað sæst nú aftur, tí tað er akuttur tørvur á starvsfólki. Herfyri var formaður í fakfelagnum hjá flogleiðarum, Kasper Berg, úti í miðlunum, har hann segði, at tað lovar ikki gott fyri summarið.

– Longu nú uppliva vit seinkingar upp í 40 minuttir, og vit eru enn ikki komin til hásesongina, sigur hann í samrøðu við Børsen.

Hava upplivað seinkingar
Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways, sigur í stuttari viðmerking við FM1, at Atlantsflog hevur upplivað seinkingar í Kastrup – serliga á páskum – vegna manglandi starvsfólk í torninum, men hon dugir ikki at siga, hvussu leingi afturat tað kann væntast, at vit kunnu uppliva seinkingar við fráferðum úr Keypmannahavn.

Hon heitir tó á fólk um at fygja teimum boðum, sum flogvøllurin í Kastrup kemur við.