Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Sørvágur fær eitt mentanarhús og sjósavn á donsku fíggjarlógini

Í samband við donsku fíggjarlógina hevur Javnaðarflokkurin á Fólkatingi gjørt avtalu við donsku stjórnina, at tíggju milliónir afturat verða játtaðir til verkætlanina

Ein nýskapandi verkætlan verður nú framd í Sørvági.

Sjúrður Skaale hevur í samband við donsku fíggjarlógina fyri 2023 gjørt avtalu við donsku stjórnina um, at tíggju milliónir krónur afturat skulu játtast til eina verkætlan í Sørvági, ið fevnir seg um eitt mentanarhús og sjósavn, ið skal vera niðri í havnarlagnum í bygdini.

– Alt er gjørt í tøttum samstarvi við arbeiðsbólkin, løgtingsmannin, leiðsluna í Javnaðarflokkinum og tann viðkomandi føroyska myndugleikan, Sørvágs kommunu, skrivar Javnaðarflokkurin á Fólkatingi í tíðindaskrivi.

Tað var annars ætlanin, at hendan verkætlanin skuldi fremjast í Miðvági, men av ymiskum orsøkum blivu trupulleikar við byggiloyvinum í Miðvági. Samband bleiv so tikið upp við Sørvágs kommunu, ið var áhugað í at hýsa mentanarhúsinum við bátahylin í bygdini, men at kommunan ikki kundi spenna seg fyri øllum.

Síðan eru kanningar gjørdar, loyvini eru fingin til vega, og biðið er um tilboð uppá at gera økið klárt.

Gomul verkætlan
Fyri fleiri árum síðan setti ein arbeiðsbólkur í Vágum saman við Jóhannis Joensen, løgtingsmanni, seg í samband við Sjúrð Skaale, fólkatingsmann fyri Javnaðarflokkin í sambandi við ætlanina um at byggja eitt mentanarhús og sjósavn Miðvági – eitt hús, sum skuldi hýsa bæði mentanarligum tiltøkum og lýsa siglingarsøgu Føroya.

Tað eydnaðist tá Sjúrða Skaale – í samráð við allar viðkomandi partar – at gera avtalu um seks milliónir krónur. Tá hetta var ov lítið til at fara í gongd fyri, bleiv árið eftir gjørd avtalu um tvær milliónir krónur afturat saman við Edmundi Joensen, og nú eru so tíggju milliónir krónur afturat játtaðir til verkætlanina, sum verður bygd í Sørvági.

Les eisini...  Tíðindir á FM1 kl 17

Mentanarhúsið, sum eisini verður sjósavn, verður eftir ætlan bygt á havnarlagnum í Sørvági