Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Broyting í lønarhækking og eftirløn í arbeiðarasáttmálunum

Løn og eftirløn í sáttmálunum millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og teimum fimm arbeiðarafeløgunum verður broytt 1. mai 2023. Hetta merkir, at tann áður fráboðaða lønarhækkingin upp á 3,50 prosent ístaðin verður 3,34 prosent og eftirlønin hækkar við 0,20 prosentum til 11,20 prosent

Føroya Arbeiðsgevarafelag og tey fimm arbeiðarafeløgini samdust til seinastu sáttmálasamráðingar, at lønin skal hækka 3,50 prosent í 2022 og 3,50 prosent í 2023.

Eftirlønin í arbeiðarasáttmálunum er í dag 11 prosent av lønini. Lógarásetta eftirlønargjaldið hækkar tann 1. januar 2024 við einum prosenti til tíggju prosent av løn og frítíðarløn. Hetta merkir, at 1. januar 2024 lúka sáttmálarnar ikki treytirnar í lógini, tí at 11 prosent av løn er lægri enn tíggju prosent av løn og frítíðarløn.

Fyri at sleppa undan, at arbeiðsgevarar skulu minkað um lønina, og flyta part av lønini til eftirløn, hava partarnir avtalað, at nakað av lønarhækkingini 1. mai 2023 verður lagt um til eftirløn.

Ístaðin fyri, at lønin hækkar 3,50 prosent tann 1. mai 2023, so verða hækkingarnar í arbeiðarasáttmálunum hesar:

Lønin hækkar 1. mai 2023:                               3,34 prosent

Eftirlønin hækkar 1. mai 2023:                        0,20 prosent og verður sostatt 11,20 prosent.

Lønartalvurnar eru dagførdar á heimasíðu okkara www.industry.fo

Broyting í grein 24, stk 2 um lívstrygging í sáttmálanum millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Havnar Arbeiðarafelag

Á seinasta aðalfundi avgjørdi Havnar Arbeiðarafelag (HAF), at lívstryggingargjaldið upp á 1,5 prosent verður ein partur av eftirlønargjaldinum upp á 11,20 prosent frá 1. mai 2023.

Hetta merkir, at frá 1. mai 2023 skal arbeiðsgevarin ikki flyta 1,5 prosent av lønini hjá limunum til lívstrygging.

Arbeiðsgevarin skal tó frammhaldandi flyta limagjaldið á 2,5 prosent av lønini, eins og áður. Hetta stykki stendur óbroytt í grein 24, stk. 1 í sáttmálanum millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Havnar Arbeiðarafelag.

Eftirlønargjaldið til limir í HAF skal, sambært grein 24, stk. 3, flytast til eftirlønarskipanina hjá HAF, soleiðis at limir ikki detta úr kollektivu lívstrygginharskipan felagsins.

Les eisini...  Landsverk skal nú binda seg til linjuføring til Gøtudalstunnilin

Kelda: Vinnuhúsið