Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Einki lønarlyft til sjúkrarøktarfrøðingar

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur vil hava at vita, hví sjúkrarøktarfrøðingarnir eru lopnir um í ætlaða lønarlyftinum til ávísar starvsbólkar á umsorganarøkinum

Tað undrar Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, tingkvinnu fyri Fólkaflokkin, at sjúkrarøktarfrøðingar ikki fáa lut í ætlaða lønarlyftinum til útvaldar starvsbólkar á umsorganarøkinum, og tingkvinnan vil tí hava Ruth Vang, landsstýriskvinnu í fíggjarmálum, at greiða frá, hví so er.

Í fyrispurningi til Ruth Vang spyr Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur í fyrsta lagi, hví sjúkrarøktarfrøðingarnir ikki fáa lut í lønarlyftinum, og um hetta hevur nakað við tað at gera, at sjúkrarøktarfrøðingarnir undir sáttmálasamráðingunum í 2017 telvaðu seg fram til eitt rímiligt úrslit.

Í øðrum lagi vil Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir hava at vita, um hetta – at sjúkrarøktarfrøðingarnir ikki verða tiknir upp í part – kann hava við sær, at eggjað verður ikki til at lesa sjúkrarøktarfrøði.

Í triðja lagi vil tingkvinnan fyri Fólkaflokkin vita, um tað er eftir avtalu við fakfelagið hjá sjúkrarøktarfrøðingunum, at sjúkrarøktarfrøðingarnir eru lopnir um.

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur vísir í viðmerkingunum á, at søguliga hava sjúkrarøktarfrøðingar verið fyri mismuni í og við at starvsøkið teirra varð bólkað í lægri lønarflokk enn menninir, tí tær høvdu ikki forsyrgjaraskyldu. Harumframt fóru sjúkrarøktarfrøðingarnir undir kreppuni niður í løn fyri at vísa samfelagssinni.

– Við samráðingunum í 2017 ynsktu sjúkrarøktarfrøðingarnir at gera upp við reformin í 1969 og lønarniðurskurðin undir kreppuni.

– Løgmaður hevur sagt fleiri ferðir, at tey, sum starvast á umsorganarøkinum, skulu upp í løn; at tað er upp á tíðina, at kvinnufakini fáa eitt uppiborið lønarlyft, og at tá umsorganarøkini virka optimalt, eru tað ikki bara starvsfólkini, sum vinna, men eisini brúkarin og avvarandi.

– Hesi orð samsvara ikki við, at sjúkrarøktarfrøðingar ikki fáa lut í lønarlyftinum, sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur.

Les eisini...  Nýggj nevnd fyri Leiðandi Kvinnum í Vinnu

Elsebeth Mercedis vísir eisini á, at neyvan ynskir nakar at seta starvsbólkar upp móti hvørjum øðrum, men at tað er undranarvert, at ikki allir starvsbólkar á umsorganarøkinum ikki fáa eitt lønarlyft.

– Tá lønarlyftið verður gjørt til eitt stríð um kvinnurættindi, men sjúkrarøktarfrøðingarnir ikki verða tiknir við, er spurningurin, um tað skal fatast sum vantandi virðing fyri sjúkrarøktarfrøðingum og fyri javnstøðustríðnum, sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, tingkvinna fyri Fólkaflokkin.