Hoyr frásøgumannin, Rúna á Reynatrøð og viðmerkjaran, Heðin Askham siga frá báðum málunum, ið komu í dystinum millum HB og Víking á ovara vølli í Gundadali. Hoyr Heðin taka samanum dystin, ið hann metir vera eitt betri Víkinga-avrik enn HB-avrik. Hoyr samrøðurnar Rúni gjørdi við ein nøgdan Bergur Gregersen hjá Víkingi, og ein minni nøgdan Jákup Thomsen hjá HB.