Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Joe Biden stillar upp aftur

80 ára gamli Joe Biden er til reiðar til eitt tørn aftrat

Amerikanski forsetin, Joe Biden, hevur boðað frá, at hann stillar uppaftu til komandi forsetaval, sum verður næsta ár.

Hesum boðar 80 ára gamli Biden frá í einum sjónbandi á Twitter.

Tað er sostatt ein møguleiki fyri, at Biden skal stríðast um forsetasessin við Donald Trump fyri aðru ferð, tí Trump boðaði í november frá, at hann hevði ætlanir um at stilla upp aftur til komandi forsetaval.

– Frælsi. Persónligt frælsi er grundleggjandi fyri hvørji vit eru sum amerikanarar, sigur Joe Biden millum annað í sjónbandinum.

– Tað hevur verið mítt arbeiði hetta fyrsta forsetaskeiðið – at stríðast fyri okkara fólkaræði. At verja okkara rættindi. At tryggja, at øll í okkara landi verða viðfarin á sama hátt, sigur Joe Biden.

Amerikanskir forsetar sleppa í mesta lagi at sita tvey skeið sum forsetar.