Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Løgreglan handtók herverksfólk í Miðvági

Løgreglan var skjót vestur í Vágarnar, tá fráboðan kom um herverk í nátt

Løgreglan fekk í nátt fráboðan um, at onkur hevði gjørt herverk í Miðvági, og at viðkomandi hevði brotið nakrar rútar.

Vakthavandi á løgreglustøðini sigur, at løgreglan var skjót vestur í Vágarnar, og at eitt fólk varð handtikið í sambandi við málið beinanvegin.

Tað tykist kortini vera greitt, at hetta fólkið var ikki einsamalt um herverkið, og at leitað verður tí eftir øðrum fólkum eisini, ið kunnu hava verið partur av herverkinum.