Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Tann gamli revurin bjargaði Leicester stig

Leingi ljóðaði “Marching on together” á Elland Road, tá ið heimaliðið Leeds legði seg á odda mitt í fyrra hálvleiki við málið frá Luis Sinisterra.

Tað var lagt upp til eitt botnbrak ímillum Leeds og Leicester, har bæði liðini kempa um at sleppa undan niðurflyting frá Premier League.

Tá ið 70 minuttir vóru leiktir, kom tann 36 ára gamli revurin Jamie Vardy á vøllin og tað skuldi ikki ganga leingi áðrenn vent var í holini. 10 minuttir eftir Jamie Vardy kom á vøllin, bleiv hann spældur fríur og legði bóltin trygt forbí Illan Meslier.

Teir seinastu minuttirnir av dystinum var sera intensur og tað var í tveimum umførum Leeds kundi leggja seg á odda. Fyrst ein skallari frá Liam Cooper, har danski Daniel Iversen stórbjargaði. Seinni kjansur til Patrick Bamford, ið stóð púra fríur við vinstra stólpa, men rakti bóltin skeivt og hann fór við síðunar av.

Dysturin endaði 1-1 og tað er framvegis sera stórur spenningur í botninum av Premier League. Um Everton vinnur hóskvøldið á Newcastle, kunnu teir koma forbí tey bæði liðini og senda Leicester undir niðurflytingarstrikuna.

Tveir aðrir dystir vóru eisini leiktir í kvøld, úrslitini vóru hesi:

Ímorgin eru 4 dystir á programminum, sum eru hesir:

Tað sermerkta í annaðkvøld er dysturin á Etihad, tá ið topliðini Manchester City og Arsenal bresta saman.