Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Telduspælið FIFA fær kapping

Í meira enn 30 ár hevur ungdómur verið vanur við at tendra fyri PlayStation, Xbox ella telduna fyri at kappast í telduspælinum FIFA.

Nú er tað greitt at virkið aftanfyri tað populera spælið FIFA, EA Sports fer undir at framleiða sítt egna spæl.

Spælið fer at kallast EA Sports FC.

Varaforsetin hjá EA Sports, David Jackson sigur við BBC: “Tíðin er búgvin at fáa okkara sjónarmið framm og avgerða egnu framtíð”

Víðari sigur hann, at fólk skulu vanta at meira enn 19.000 leikarir, 700 feløg og 30 kappingar enn fara at verða tøkar í tí nýggja spælinum.

David Jackson lovar eisini at realisman verður sett í hásæti, sum vit kenna úr FIFA spølinum. Men tað kann eisini vantast broytingar og nýggjar leiðir í mun til FIFA.

EA Sports er enn í ferð við at framleiða tilfar og dagføra FIFA 23, men tað kann vantast at marknaðarføringin av tí nýggja spælinum byrja longu í summar.

HM 2022 var møguligt at spæla í FIFA 23

FIFA forsetin Gianni Infantino segði fyri einum mánaða síðani, at planurin er at kappast við EA Sports FC og víðari sigur hann: “Tað nýggja FIFA spælið, FIFA 25, 26, 27 og so víðari, fer altíð at verða tað besta e-spælið fyri hvørja gentu ella drong”.

Í roknskapinum fyri 2022 hevði EA inntøkur fyri umleið 5,5 milliardir pund og ein stórur partur kom av FIFA spælinum.