Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Tveir bilførarar fingu klipp í koyrikortið

Tveir bilførarar í Suðurstreymoy hildu í gjár ikki hámarksferðina og fingu hvør sítt klipp í koyrikortið

Tað eru eftir øllum at døma ikki øll, ið hava fingið tað við, at fartelefonin skal ikki vera í hondini, tá koyrt verður, tí í sambandi við ferðslukanningar í Vágum í gjár vórðu tríggir bilførarar, ið vórðu tiknir fyri at tosa í fartelefon, meðan koyrt varð.

Tað upplýsir vakthavandi á løgreglustøðini.

Harumframt vórðu eisini tveir bilførarar tiknir í Suðurstreymoy fyri ikki at halda hámarksferðina. Annar teirra koyrdi 108 kilometrar um tíman, meðan hin koyrdi 113 kilometrar um tíman.

Báðir bilførararnir fingu klipp í koyrikortið, sigur vakthavandi.