Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

32 ára gamli maðurin skuldsettur fyri at drepa Emilie Meng

Danska løgreglan heldur, at maðurin, sum herfyri varð handtikin fyri at burturflyta og neyðtaka eina 13 ára gamla gentu, eisini drap Emilie Meng afturi í 2016

32 ára gamli maðurin, sum herfyri varð handtikin fyri at hava burturflutt og neyðtikið eina 13 ára gamla gentu úr Kirkerup í Danmark, verður eisini skuldsettur fyri at hava burturflutt, neyðtikið og dripið Emilie Meng í 2016.

Harumframt verður maðurin eisini skuldsettur fyri at hava roynt at burturflutt og neyðtikið eina gentu á Sorø í november í fjør.

Hesum boðaði løgreglan frá á tíðindafundi fyri løtu síðani.

32 ára gamli maðurin varð handtikin 16. Apríl, eftir at ein stór leiting varð sett í verk eftir einari 13 ára gamlari gentu, sum var horvin dagin fyri.

Illgruni stakk seg síðani upp, um maðurin kundi havt okkurt við drápið av Emiliu Meng at gera. Emilie Meng hvarv í juli í 2016 eftir at hava verið í býnum, og eitt hálvt ár seinni varð hon funnin meira enn 60 kilometrar frá Korsør Station, har hon seinast varð sædd á lívi.

Maðurin er eisini skuldsettur fyri at neytøkuroynd og burturflyting av einari gentu í november í fjør. Løgreglan greiddi frá, at 32 ára gamli maðurin er ákærdur fyri at hava hótt gentuna við knívi og noytt hana til jarðar, men at kvinnan gjørdi so mikið nógva mótstøðu, at maðurin slapp sær til rýmingar.