Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Dan er lættur um sigurin á Eiði – Sigfríður iðrar seg

Hoyr frásøgumannin hjá FM1, Petur Jákup Heinesen siga frá teimum trimum málunum, ið komu í Hólmanum á Eiði í dystinum EB/Streymur-B36 1-2 (1-1). Hoyr eisini samrøðurnar Petur Jákup gjørdi við høvuðsvenjararnar, Dan Brimsvík hjá B36 og Sigfríð S. Clementsen hjá EB/Streymi. Dan er lættur um sigurin, men iðrar seg um ov nógvar brendar málmøguleikar. Sigfríður iðrar seg um, at EB/Streymur missir javnleikin í seinna hálvleiki.