Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

El-sølan meira enn tvífaldað síðan aldarskiftið

Tað er serliga brúkarabólkurin við alivinnu, ið nýtir meira streym í dag enn um aldarskiftið

Síðan aldarskiftið er orkusølan hjá SEV tvífaldað, og tað er serliga bólkurin landbúnaður, fiskiveiða, aling og tilfarsvinna, ið hevur størri part av orkunýtsluni í dag enn um aldarskifti.

Hagtøl fyri orkusøluna hjá SEV vísa, at í ár 2000 seldi SEV 192GWh, meðan tað talið í fjør var komið upp 395GWh, altso ein øking upp á meira enn 100 prosent.


Í 2000 stóðu vinna, stovnar, gøtuljós og annað fyri 63,9 prosentum av allari seldari el-sølu hjá SEV, meðan sethús og íbúðir áttu hini 36,1 prosentini.

Í fjør var býtið millum báðar bólkarnar enn størri, og vinnan keypti 77,3 prosent av orkuni, meðan sethús og íbúðir keyptu 22,7 prosent.

Hyggja vit nærri eftir brúkarabólkunum, síggja vit, at tað er serliga landbúnaður, fiskiveiða og aling, sum í dag eiga størri part av orkuni enn áður. Í ár 2000 stóð hesin brúkarabólkur fyri 6,8 prosentum av orkukeypinum frá SEV, meðan hetta talið í fjør var komið upp á 23,9 prosent – sum er meira enn tríggjar ferðir so nógv.

Og tað er serliga árini frá 2017, at orkukeypið hjá hesum brúkarabólki hevur gjørt eitt lop uppeftir. Frá 2017 til 2018 vaks lutfalsliga nýtslan úr 13,7 prosentum upp 17,7 prosent; síðan upp í 20,1 prosent árið eftir, og síðan upp í 22,6 prosent árið eftir hetta.