Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Fyrrverandi løgmaður hevur eina aðra fatan

Nógv hava funnist at føroysku fólkatingsumboðunum, eftir at fleiri føroyskar verkætlanir hava fingið stuðul úr donsku fíggjarlógini. Men fyrrverandi løgmaður, Bárður á Steig Nielsen hevur eina aðra fatan av stuðlinum á donsku fíggjarlógini

– Hetta er peningur til serligar verkætlanir, og ikki til rakstur av føroyskum málsøkjum. Tey allarflestu av hesum verkætlanum kunnu beinleiðis teingjast at felags málsøkjum, sum eitt nú Føroya Politi, Sjómaq-verkætlanin, og so eru eisini nakað til mentan. Eg dugi ikki at síggja, at tað er nakað skeivt í at nakrir politikkarar kunnu gera sína ávirkan galdandi til nakrar verkætlanir í Føroyum.

Tað sigur fyrrverandi løgmaður, Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum, í samrøðu við Árna Gregersen í tíðindunum á FM1 á døgurða.

Hann heldur ikki, at tað er ein trupulleiki, at vit pening úr donsku fíggjarlógini, samstundis sum landsstýrið hevur sett sær fyri at minka um blokkstuðulin úr Danmark.

– Eg haldi, at hetta er hvør sítt. Tað er ikki ókent, at verkætlanir fáa pening frá stovnum og grunnum uttanlands. Og tá ið tað eru verkætlanir, sum hetta landsstýrið ikki raðfestir pening til, so haldi eg, at tað er í lagið, at føroysku fólkatingsumboðini kunnu fáa stuðul frá donsku fíggjarlógini til verkætlanir, sigur formaðurin í Sambandsflokkinum.

Hann heldur, at tað er týdningarmikið, at vit skilja rakstur og stuðul til verkætlanir at, tí tað er hvør sítt.

Hoyr samrøðuna her.

 

Fingu av grovfíluni
Í sendingini “Stjórnin” á FM1 í gjár, vóru millum annað føroysku fólkatingsumboðini og danski stuðulin til føroyskar verkætlanir til umrøðu.

– Eg kundi ikki funnið upp á at borið meg at soleiðis, sum Sjúrður Skaale og Anna Falkenberg, bera seg at á Fólkatingi.

Tað sigur Jóannes Eidesgaard, fyrrverandi formaður í Javnaðarflokkinum, har Sjúrður Skaale er valdur á Fólkating fyri.

Les eisini...  29 ára gamal maður dømdur fyri at smugla kokain og hassj

Jóannes Eidesgaard sat sjálvur eitt skeið á Fólkatingi. Hetta gjørdi hann frá 1998 til 2001.

– Tey eru regulerir biddarar á veiðuferð, sigur Tórbjørn Jacobsen, sum heldur, at fólkatingsumboðini eiga at verða tikin av sum skjótast.

Tað vóru Jóannes Eidesgaard og Tórbjørn Jacobsen, ið luttóku í sendingini.

Árni Gregersen er vertur.

Øll sendingin kann hoyrast her: