Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Magnus: 07 Vestur gjørdi tað óneyðuga spennandi á Argjum

Hoyr frásøgumannin, Óla G. Samuelsen siga frá teimum trimum málunum, ið komu í dystinum inni í Vika á Argjum AB-07 Vestur 1-2 (0-0). Hoyr eisini samrøðuna Óli gjørdi við Magnus Holm Jacobsen hjá 07 Vestur, ið helt fyri, at 07 Vestur við einari 2-0 leiðslu gjørdi tað óneyðuga spennandi móti dystarenda við at lata AB skora. Hoyr eisini samrøðuna Óli gjørdi við liðskiparan hjá AB, Jákup Pauli Breckmann, ið finnur lítlan ugga í, at AB hevur skotið fyrsta málið í ár, tí teir hava framvegis fyrsta stigið til góðar.