Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Russiskir njósnarar arbeiða á sendistovum í Norðurlondum

Danmarks Radio setir nøvn á 38 russiskar njósnarar, sum arbeiða á sendistovum í Norðurlondum

Ein partur av arbeiðnum, ið gongur fyri seg í russiskum sendistovum í Norðurlondum, verður gjørt av fólki frá russisku fregnartænastuni.

Tað kemur fram í sendingini “Skuggakríggið”, sum tær fýra public service-rásirnar, DR, NRK, SVT og Yle, hava gjørt í felag.

Kringvarpsrásirnar hava nú sett nøvn á 38 russiskar njósnarar, sum tey seinastu árini hava arbeitt á russiskum sendistovum í Norðurlondum.

Sambært Inger Haugland, ið er deildarstjóri hjá norsku fregnartænastuni (PST), so arbeiða russisku fregnartænastufólkini fyri russiska forsetan, Vladimir Putin, og hansara stýrið.

Hon sigur, at hesi fólk leita eftir upplýsingum, vitan, tøkni og ávirkan, “sum kann geva Russlandi ein fyrimun”.

Danmark burturvísti í apríl í fjør 15 sendifólk, og sambært sendingini, so arbeiðir ongin av teimum 38 í dag á sendistovuni í Keypmannahavn.

Týsdagin í hesi vikuni hevur Svøríki burturvíst fimm russiskar diplomatar, tí hesir eru undir illgruna fyri at hava arbeitt við njósnaravirksemi.

Russiska uttanríkismálaráðið hevur víst uppáhaldinum í sendingini aftur, skrivar DR.

Kelda: Ritzau