Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Skorað 700 mál fyri KÍ

Rannvá Biskopstø Andreasen spældi fyrsta dyst á besta kvinnuliðnum hjá KÍ tann 14. mai 1995 saman við tvíburasystrini Ragnu Patawary. Tær vóru við til at tapa 11-0 fyri HB. Longu árið eftir vóru tær við til at føra KÍ í steypafinaluna og taptu meistaraheitið á Skála. B36 gjørdist meistari, meðan HB vann steypakappingina.

KÍ vann greipuna í 1997 og síðani aldarskiftið 2000 hevur KÍ verið mestsum einaráðandi í føroyskum kvinnufótbólti. Millum fremstu leikararnir hjá KÍ hetta tíðarskeiðið hevur verið Rannvá Biskopstø Andreasen. 22 ferðir hevur hon vunnið meistaraheitið, 16 ferðir hevur hon vunnið steypakappingina og 12 ferðir hevur hon verið besti málskjútti í bestu kvinnudeildini síðani 1997. Hon er skrásett fyri 27 mál í 56 A-landsdystum.

Í kvøld spældi KÍ steypadyst ímóti ÍF. Ein deild er á muni millum liðini og tað var eisini týðiligt frá byrjan. Eyðvør Klakstein legði KÍ á odda 1-0, síðani skoraði Rannvá tvey mál á rað. Annað málið gjørdist søguligt, tí samstundis skoraði hon samanlagt mál nr. 700 fyri KÍ.

Endin varð, at KÍ vann dystin 12-0, har Rannvá skeyt 2 mál afturat. Telja vit málini saman á faroesoccer.com, so stendur hon nú skrásett fyri samanlagt 754 mál.