Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Stóra brakið verður í høllini á Hálsi í kvøld

FM1 sendir frá aldarinnar landsdysti í kvøld. Vit byrja at senda klokkan 18.50

Aldarinnar landsdystur í hondbólti verður í kvøld í EM-undankappingardystinum millum Føroyar og Ukraina, har eitt pláss til EM-endaspælið í Týsklandi í januar 2024 stendur upp á spæl.

Dysturin byrjar klokkan 19.

Hondbóltssambandið skrivar á heimasíðu sínari, at tað er útselt til dystin og heitir HSF tí á fólk um at møta í góðari tíð.

Dyrnar lata upp klokkan 17 og víst verður til parkering í kringøkinum á Hálsi, við Gundadalshøllina, Dansfrøði, Bank Nordik, Bowlinghøllina og rennibreytina. Møguleiki verður eisini fyri at fáa andlitsmáling og at keypa sær okkurt lætt.

FM1 sendir frá dystinum. Klokkan 18.50 verður sett niðan til høllina á Hálsi í Havn, har frásøgumaðurin, Sjúrður H. Hoydal og viðmerkjarin, Andrias Eriksen fara at siga frá aldarinnar landsdysti í hondbólti.