Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Taufee Skandari sá reytt kort í sigrinum til B36

Ein heldur tendraður Taufee Skandari sá sítt seinna gula kort, tá ið B36 sigraði í Hólmanum á Eiði ímóti EB/Streymi.

Tað hendi í síðsta minutti í vanligari leiktíð, tá ið eitt skeldari ímillum partarnar úrslitaði í at Taufee skumpaði bæði Jákup Hummeland og Boga Reinert-Petersen. Dómarin Bjarki Danielsen metti at hettar vóru til tvey gul kort og harvið reytt.

B36 byrjaði annars dystin væl, tá ið teir longu løgdu seg á odda í 2 minutti, málskjúttin var Michal Przybylski. Útiliðið sat á øllum í fyrsta hálvleiki og eftir kjansum kundi tað lættliga verið 2 ella 3-0 til B36.

Tað eydnaðist tó hjá heimaliðinum at tuska sær eitt brotspark, tá ið Gutti Dahl-Olsen bleiv feldur av málverjanum Matthias Lamhauge. Bogi Reinert-Petersen avgreiddi brotsparki væl og fari var til hálvleiks við støðuni 1-1.

EB/Streymur kom meira við í dystin í øðrum hálvleiki, ímeðan B36 leitaði eftir málmøguleikum. Venjaran Dan Brimsvík gjørdi tí av at skifta Bjarka Nielsen inn og tað vísti seg verða ein góð avgerð. Tí 11 minuttir eftir Bjarki var komin á vøllinum, legði hann útiliðið á odda aftur.

Dysturin endaði við einum 2-1 sigri til B36, sum leggur seg á 2.plássi frammanfyri HB.

 

Uppstilling hjá EB/Streymi – Jóannes Davidsen, Mikkjal Hellisá, Dánjal Godtfred, Rógvi Egilstoft, Bogi Reinert-Petersen, Markus Hellisdal, Virgar Jónsson, Andras Olsen, Bergur Poulsen, Gutti Dahl-Olsen, Filip Djordjevic

Bonkur – Fayo Kruse, Tóki Johannesen, Niels Pauli Danielsen, Hans Pauli á Bø, Sverri Mariusarson, Jákup Hummeland, Arnar Dam

Venjari – Sigfríður Clementsen

 

Uppstilling hjá B36 – Matthias Lamhauge (mv), Jan Benjaminsen, Isak Jönsson, Sonni Ragnar Nattestad, Taufee Skandari, Hannes Agnarsson, Valerijs Sabala, Erlendur Magnusson, Símun Sólheim, Aron Knudsen, Michal Przybylski

Les eisini...  Eivind og Valdemar vóru teir fyrstu sum frættu um Countryfestivalin

Bonkur – Hans Jørgensen (mv), Bjarki Nielsen, Benjamin Heinesen, Emil Weihe Joensen, Magnus Egilsson, Andrass Johansen, Marius Allansson

Venjari – Dan Brimsvík

 

Dómari – Bjarki Danielsen

 

Úrslit frá 6. umfari í Betri Deildini

 

Ídag, mikudagin 26.apríl

 

TB – ÍF 0-1

2′ Hans Jákup Lervig 0-1

 

AB – 07 Vestur 1-2

72′ Høgni Egilstoft Nielsen 0-1

77′ Uros Stojanov 0-2

92′ Nicklas Mehl 1-2

 

EB/Streymur – B36 1-2

2′ Michal Przybylski 0-1

35′ Bogi Reinert Petersen 1-1 (brotspark)

73′ Bjarki Nielsen 1-2

 

B68 – KÍ 0-5

3′ Páll Klettskarð 0-1

43′ Páll Klettskarð 0-2

57′ Árni Frederiksberg 0-3

65′ Páll Klettskarð 0-4

70′ Klaes Kronberg 0-5

 

Ígjár, týsdagin 25.apríl

 

HB – Víkingur 1-1

43′ Áki Dam Samuelsen 1-0

56′ Bergur Gregersen 1-1

 

Støðan í Betri Deildini

  1. KÍ 18 stig
  2. B36 15 stig
  3. HB 14 stig
  4. ÍF 9 stig
  5. Víkingur 8 stig
  6. 07 Vestur 7 stig
  7. EB/Streymur 7 stig
  8. TB 4 stig
  9. B68 3 stig
  10. AB 0 stig