Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Tummas Erling Djurhuus nýggjur venjari hjá TB

Mánadagin boðaði B36 frá, at kvinnuvenjarin Tummas Erling Djurhuus var givin í felagnum. Fleiri miðlar vantaðu at Tummas fór at taka yvir hjá TB í bestu deildini hjá monnum.

Sum skilst hevði Zoran Pavlovic ikki fingið tey neyðugu loyvini uppá pláss at standa á odda fyri TB, tí hevur hann ikki staðið á síðulinjuni, men hevur tó verið við til allar dystir.

Sjálvt um einki alment er komið út frá felagnum, stóð Tummas Erling Djurhuus á dómaraseðlinum, tá ið TB spældi ímóti ÍF ídag. Dysturin endaði við einum 1-0 tapið.

Í venjaratoyminum hevur hann hjálparvenjaran Ndende Adama Guéye og málmansvenjaran Allan Müller.

Tummas Erling Djurhuus er 48 ára gamal, hann hevur nógvar royndir sum venjari, bæði hjá EB/Streymi, B36 og AB. Seinastu árini hevur hann vant kvinnurnar í B36, sum í løtuni liggja nr. 4 í Betri Deildini hjá kvinnum.

TB liggur í løtuni nr. 8 við 4 stigum.

Næsti dystur hjá TB er sunnudagin ímóti AB, sum verður spældur Inni í Vika á Argjum.