Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

15.000 fólk hava longu tikið Skjáttuna niður

Síðan Skjáttan varð tikin í nýtslu fyri einari viku síðan, hava 15.000 fólk tikið appina niður. Longu fyrsta samdøgrið tóku 8.913 fólk appina niður

Longu fyrsta samdøgrið tóku 8.913 fólk appina niður. Hetta hevði eisini við sær, at Skjáttan lá nummar eitt á listanum fyri ókeypis appir í App Store og nummar fýra hjá Play Store.

– Góða undirtøkan av Skjáttuni gevur okkum eina greiða fatan av, at tað hevur verið eftirspurningur eftir eini talgildari útgávu av koyrikortinum. Árliga fáa umleið 100 fólk bót fyri ikki at hava koyrikortið á sær, tá ið tey verða steðgað av Politinum, skriva Talgildu Føroyar í tíðindaskrivi.

Skjáttan er app, ið hýsir talgildum koyrikorti og samleikakorti. Koyrikortið er sjálvboðið ískoyti til tey, ið heldur vilja hava koyrkortið á telefonini.

– Síðan Skjáttan varð tikin í nýtslu, hava nógv sett seg í samband við Talgildu Føroyar við áhuga fyri at gerast partur av Skjáttuni. Skjáttan er ætlað at hýsa ymiskum talgildum loyvum og prógvum.

Til ber at lesa meira um, hvussu tú fært Skjáttuna og brúkar hana á www.samleikin.fo/skjáttan