Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Ætla at umvæla býráðshúsini í Klaksvík fyri 2 milliónir í ár

Tekjan kann skiftast í ár, men ráðgevingin mælir til, at aðrar umvælingar verða fluttar til 2024, 2025 og 2026

Klaksvíkar býráð skal í dag taka støðu til, hvussu dagføringin av býráðshúsunum í Klaksvík skal fara fram komandi árini.
Ráðgevingin hjá Klaksvíkar kommunu mælir til, at tekjan á býráðshúsunum verður umvæld í ár, meðan umvælingin av suðurskjøldrinum verður framd komandi ár.

Tvær milliónur krónur eru tøkar til umvælingar í ár, og kostnaðurin fyri umvæling av tekjuni og suðurskjøldrinum verða mettar at kosta 3,5 milliónir krónur. 

Samlaði kostnaðurin fyri alla verkætlanina at umvæla býráðshúsini við klimaskermi og tekju verður mettur at vera 6,7 milliónir krónur. 

Í fundarskránni hjá Klaksvíkar býráð stendur, at 131.250 krónur av teimum tveimum tøku milliónunum í ár eru nýttar til ráðgeving frá arkitekti.