Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Dalibor hevur sagt seg úr starvi

Svenski venjarin hjá Havnar Bóltfelag, Dalibor Savic, hevur biðið um at verða loystur úr starvi

Dalibor Savic hevur ynskt at verða loystur úr starvi sum høvuðsvenjari hjá Betri monnum hjá HB, so hann kann fara heim til familjuna í Svøríki.

Tað skrivar heimasiðan hjá Havnar Bóltfelag.

Nevndin hevur góðtikið uppsøgnina.

– Vit takka Dali fyri tað arbeiðið hann hevur lagt í felagið, og ynskja honum alt tað besta í framtíðini, skrivar felagið á heimasíðu sínari.

Nevndin hevur sett Jákup Martin Joensen sum høvuðsvenjara restina av hesum kappingarárinum.

– Í honum meta vit at vit hava ein skikkaðan venjara, sum kann føra arbeiðið hjá Dali víðari, og samstundis kann vera við til at røkka tey mál, sum vit sum felag hava sett okkum.

Jákup Martin byrjar í starvinum beinanvegin.