Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Fýra klipp og ein treytað frádøming

Løgreglan hevur nú í fleiri dagar gjørt ferðslukanningar í Eysturoy, og aftur í gjár vóru nakrir bilførarar, ið vórðu tiknir fyri at koyra ov skjótt

Aftur í gjár hevði løgreglan eitt ferðsluátak í Eysturoy, og hesaferð var løgreglan á Søldafjarðarvegnum og gjørdi ferðslukanningar.

Vaktleiðarin á løgreglustøðini sigur, at talan gjørdist um fimm mál, har fýr teirra endaðu við klippi í koyrikortið, men ein bilførari fekk treytaða frádøming av koyrikortinum.

Hesin seinasti bilførarin hevði koyrt 88 kilometrar um tíman í bygdum øki.

Hinir bilførararnir, ið fingu klipp í koyrikortið, høvdu allir koyrt millum 72 og 79 kilometrar um tíman, og hetta var eisini í bygdum øki.