Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Góður ársfjórðingur hjá Bank Nordik: 75 milliónir í avlopi áðrenn skatt

Bank Nordik boðar frá góðum úrslitið hendan fyrsta ársfjórðingin í ár hóast rentuhækkingar og inflatión

Hóast rentuhækkingar og høga inflatión, er úrslitini góð fyri hesar fyrstu tríggjar mánaðirnar í árinum hjá Bank Nordik.

Tað sigur Bank Nordik, sum í dag kunnger roknskapartølini fyri fyrsta ársfjórðing.

Úrslitið fyri skatt er 75 milliónir krónur, og væntanirnar fyri 2023 eru sum heild betri, enn væntað varð við ársbyrjan. Tó so er gongdin við hækkandi rentum, høgari inflatión og geopolitiskum spenningi enn óviss, og tí hevur bankin hækkað peningin, ið er settur til viks til at standa ímóti møguligum tapi, úr 56 milliónum krónum upp í 65 milliónir krónur.

Bankin sigur, at sum heild er búskapurin hjá føroysku húsarhaldunum góður, og enn eru ikki tekin um, at fíggjarstøðan hjá húsarhaldinum er undir trýsti. Millum annað er talið á teimum, ið hava trot, og talið á umbønum um skáar ikki hækkað stórvegis seinastu mánaðirnar.

– Vit fegnast um, at okkara kundar sum heild hava eina sunna og góða fíggjar-støðu og sostatt klára at standa ímóti teimum fíggjarligu avbjóðingunum, sum høg inflatión og hækkandi rentur kunnu hava við sær. Vit síggja tó, at ferðin á búskapinum er slakað eitt sindur – tað eru til dømis eitt sindur færri, ið taka lán, og fleiri, sum spara saman – men yvirskipað sæð hevur búskapurin hjá føroysku húsarhaldunum og hjá vinnuni víst seg at vera haldførur og sterkur”, sigur Árni Ellefsen, forstjóri í Bank Nordik.

Roknskapartølini í stuttum:

  • Úrslitið fyri skatt var 75 mió. kr. 
  • Rakstrarúrslitið fyri niðurskrivingar var 49 mió. kr. 
  • Niðurskrivingar á útlánum vórðu afturførdar fyri 8 mió. kr. 
  • Rakstrarúrslitið gjørdist 57 mió. kr. 
  • Útlánini hjá bankanum eru 8,5 mia. kr. 
  • Realkredittlánini hjá bankanum eru 2,6 mia. kr. 
  • Innlánini hjá bankanum eru 8,5 mia. kr. 
  • Solvensurin íroknað NEP-kapital er 29,1%
  • Leiðslan væntar, at nettoúrslitið í ár verður millum 210-240 mió. kr.  
Les eisini...  Norðoya Sparikassi hækkar eisini renturnar