Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Hestur verður niðurlagt sum valstaður

Frameftir skulu hestmenn greiða atkvøðu í Havn, tí Tórshavnar býráð hevur gjørt av at niðurleggja Hest sum valstað

Tórshavnar býráð hevur avgjørt at niðurleggja Hestur og Koltur sum valstaðir, og frameftir skulu veljarar í Kolturi ella Hesti atkvøða í Havn ella greiða brævatkvøðu.

Tórshavnar kommuna sigur, at heitt varð á staðbundnu nevndina fyri Hest og Koltur um at umrøða, hvørja støðu nevndin hevur um Hest sum valstað (veljarar úr Kolturi greiða atkvøðu í Hesti).

Orsøkin var, at tað eru so fáir veljarar í oynnum báðum, at tað er torført at halda atkvøðurnar loyniligar, sum annars krav er.

Sambært vegleiðingini hjá landinum er ikki nakar trupulleiki: minsta talið á veljarum er 10, og til løgtingsvalið í fjør høvdu 17 veljarar valrætt í Hesti og Koltri.

Niðurstøðan í nevndini varð, at tikið varð undir við, at valstaðurin verður fluttur á Háls í Havn, umframt at kommunan bindir seg til at fara út í Hest tvær ferðir undan valinum, so til ber at greiða brævatkvøðu.

Í dag er Koltur partur av valstaðnum í Hesti, men har varð mett, at frægari var hjá teimum at greiða brævatkvøðu í Havn, tí tað er lættari at sleppa til Havnar enn út í Hest. Í løtuni býr kortini eingin í Kolturi.

Býráðið hevur so í dag samtykt at heita á løgmálaráðið um at avtaka Hestur og Koltur sum valstað, soleiðis at veljarar har kunnu atkvøða við brævatkvøðu og í Havn ístaðin.