Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Saveus á OY Voxbotn 2023

Vit kenna hann upprunaliga frá fyrstu donsku X Factor-sendingini, sum hann sum 15 ára gamal vann í 2008. Nú er hann virkin við solo karieru undir listanavninum Saveus

Undir navninum Saveus, útgav hann hana fyrsta lagið í 2015, ið kallast Levitate Me og vann hann bæði virðislønir og toppaði hittlistar fyri hetta lagið. Árið eftir útgav hann lagið Everchanging, ið eisini var sera væl móttikið, í 2017 útgav hann eina EP Will Somebody Save Us sum eisini var væl móttikin og í 2018 útgav hann útgávuna Neuro ið var so væl dámd, at hann slapp av lata upp ‘Orange Scene’ á Roskilde festivali, ið má metast vera tað størsta fyri nógvar tónleikarar.

Í 2022 útgav hann fløguna Rainman, ið rakti nýggjar hæddir fyri danska tónleikaran. Við hesari útgávuni hevur hann staðfest, at hann er ein av størstu donsku tónleikastjørnunum í nýggjari tíðum. Júst nú eru sangirnir Rainmain, Himalaya og Dark Vibrations í toppinum á donskum hittlistum.

Nú sleppa vit at hoyra hann mitt í býnum í Havn, tá hann vikuskiftið 23. og 24. juni kemur á OY Voxbotn 2023.

Frammanundan er greitt, at Nathan Evans, Topgunn, Katrina frá Katrina & The Waves, RSP Faustix, Marius, Lamin, Artigeardit, Maggie Reilly, Eyðun og Terji og Lena Anderssen koma á OY Voxbotn 2023.

Vit gleða okkum at kunngera enn fleiri nøvn, tí OY Voxbotn 2023 verður størri enn nakrantíð og í heili tveir dagar.

Forsøluprísurin til OY Voxbotn er kr. 995,- og atgongumerki fáast hjá Effo kring landið, í Power í SMS, Kunningarstovuni í Steinatúni og á www.ebillett.fo,

OY Voxbotn 2023 í samstarvi við SMS, Atlantic Airways, OY, BankNordik, Posta, eta, Burger King, effo, Coca Cola og Nema

Les meira á www.voxbotn.fo