Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Sjónvarpsverturin Jerry Springer er deyður

Heimskendi sjónvarpsverturin Jerry Springer er deyður. Hann er mest kendur fyri sjónvarpssendingina í egnum navni

Sjónvarpsverturin Jerry Springer er deyður. Hann gjørdist 79 ára gamal.

Tað skriva fleiri altjóða miðlar, ið hava tíðindini váttaði frá talsfólki hjá familjuni.

Talsfólkið greiðir eisini frá, at kendi sjónvarpsverturin fekk staðfest krabbamein fyri nøkrum mánaðum síðan, og at hann brádliga kendi seg illa til passar í seinastu viku, tá heilsustøðan versnaði.

Hann doyði í sínum heimi í Chicago.

Jerry Springer er mest kendur fyri sjónvarpssendingina, ið bar hansara egna navn “The Jerry Springer Show”, ið nógv her í Føroyum eisini kenna frá í 1990-unum, tá sendingin varð víst á TV3.

Sjónvarpssendingin var upprunaliga ein sending um politisk evni, men sendingin fekk veruliga góðan byr, tá “vanligi” amerikumaðurin slapp til orðanna í sendingini, og tað gekk ikki ofta stillisliga fyri seg, tá okkurt drama skuldi loysast í sjónvarpstovuni, har Jerry Springer var vertur.

Kendi sjónvarpsverturin fekk ofta skotið í skógvarnar, at hansara sjónvarpssending ikki var verulig, men til tær ákærurnar segði Jerry Springer, at “The Jerry Springer Show” var 98 prosent verulig.

Her sæst eitt lítið videobrot frá sjónvarpssendingini: