Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Everton í vanda at flyta niður fyri fyrstu ferð í 72 ár

Síðani Premier League sá dagsins ljós í kappingarárinum 1992/93, eru tað bert 6 feløg ið ongantíð eru flutt niður í The Championship. Tey seks feløg ið altíð hava verið í Premier League og nær tey seinast flutti niður eru:

Arsenal (1912/13)

Everton (1950/51)

Liverpool (1953/54)

Manchester United (1973/74)

Tottenham (1976/77)

Chelsea (1987/88)

 

Everton flutti niður í næstbestu deildina í kappingarárinum 1950/51 og flutti upp aftur í 1954. Hægsta plasering seinastu 10 árini er eitt 5. pláss í kappingarárinum 2013/14.

Stórar ætlanir liggja fyri framman hjá The Toffees, har ein nýggjur leikvøllur í løtuni verður bygdur og skal eftir ætlan avloysa Goodison Park í 2024. Hesin nýggi leikvøllur liggur í Bramley-Moore Dock í Liverpool og skal húsa 52.888 áskoðarar. Kostnaðurin fyri verkætlanina verður mett at verða 500 mió pund.

Everton Stadium skal húsa 52.888 áskoðarar og verður eftir ætlan liðugt til kappingarárið 2024/25

 

Venjaraskiftini hava verið nógv í talið síðani David Moyes fór frá Everton til Manchester United í summarinum 2013. Heili 11 ymiskir venjarar hava havt sætið sum Everton venjari seinastu 10 árini, millum annað kunnu nevnast Roberto Martinez, Ronald Koeman, Sam Allardyce, Marco Silva, Carlo Ancelotti, Rafael Benitez og Frank Lampard.

Síðani 30. januar 2023 hevur fyrrverandi Burnley venjarin Sean Dyche verið við róðrið hjá Everton, ið avloysti núverandi Chelsea venjaran Frank Lampard. 13 dystir hava verið leiktir undir leiðslu av Sean Dyche, har teir bláu úr Merseyside hava megna at vunni tríggjar, fýra javnar og tapt seks dystir. Ígjár stóðu teir fyri einum 4-1 tapið ímóti Newcastle á Goodison Park.

Eftir 33 dystum við 5 dystum eftir, sær botn 5 soleiðis út:

16. Leeds 30 stig

Les eisini...  Dreymurin um Champions League nærkast

17. Nottingham Forest 30 stig

18. Leicester 29 stig

19. Everton 28 stig

20. Southampton 24 stig

 

Næsti dystur hjá Everton er mánakvøldið kl 20, tá ið teir eru á vitjan ímóti Leicester. Dystirnir um vikuskifti og framm til týsdagin eru hesir:

 

Leygardagin 29. apríl

Crystal Palace – West Ham

Brentford – Nottingham Forest

Brighton – Wolves

 

Sunnudagin 30. apríl

Bournemouth – Leeds

Fulham – Manchester City

Manchester United – Aston Villa

Newcastle – Southampton

Liverpool – Tottenham

 

Mánadagin 1. mai

Leicester – Everton

 

Týsdagin 2. mai

Arsenal  – Chelsea